Hvat er Lóður?

Lóður er óheft fyritøka, ið fæst við búskap, tøl og greiningar í breiðari merking. Virksemið fevnir m.a. um at savna og greina tøl, gera skipanir og ráðgeva. Hvør uppgáva er skipað eftir tí leisti, ið uppgávan krevur.
 

Hvat kann Lóður?

Lóður hevur avrikað á ymsum mótum. Uppgávurnar hjá Lóðri eru ógvuliga ymiskar, bæði hvat viðvíkur evnum og stødd á uppgávunum. Til felags hava allar uppgávur, at endamálið er at fáa tølini at tala, soleiðis at broytingar og betringar kunnu gerast.
 

Luttak í kanning her

Skriva títt loyniorð, ið er 12 tekin, og trýst síðan á Send fyri at svara spurnablaðnum.